Nú altjóða kvinnudagurin er í dag, hevur franska flogfelagið, Air France, gjørt av at manna sítt risastóra Airbus 380-flogfar bara við kvinnum á rutuni millum París og Washington.
Vit eru errin av at kunngera, at hetta verður størsta manning nakrantíð umborð á einum flogfari, ið bara telur kvinnur, sigur Air France, sum við Airbus 380-flogfarinum hevur tveir kvinnuligar flogskiparar og 22 flogternur.
Onkuntíð fyrr hevur Air France havt flogfør á veingjunum tann 8. mars, bara við kvinnuligari manning, men ongantíð áður umborð á einum so stórum flogfari sum hesum, ið tekur 516 fólk.