Flúgva til Íslands í kvøld

Øskan ger minni um seg í Íslandi í dag og rokna verður við, at loftrúmið verður latið upp fyri flogferðslu seint seinnapartin. Atlantic Airways hevur tí gjørt av at flúgva túrin til Íslands í kvøld klokkan 2100.

Hesin túrur - RC 401 - skuldi upprunaliga flúgvast í morgun, men var útsettur tá íslendska loftrúmið var stongt.

Ferðafólkini, sum eru stødd í Íslandi, skulu flúgva frá Reykjavíkarflogvøllinum í kvøld klokkan 2200 íslendska tíð við RC 402, sigur Atlantsflog í skrivi.