Flúgvandi vestmenningar

VÍF heldur framveigs beina kós í oddinum. Sunnudagin megnaði KÍF ikki at skapa tann stóra spenningin

Hondbóltur

 

Eftir fyrstu fýra umførini halda vestmenningar púrasta fast um oddasessin í føroyskum manshondbólti.

Sunnudagin høvdu teir vitjan av KÍF, og ikki óvæntað gjørdist talan um ein hampuliga tryggan heimasigur.

Frá byrjan vóru tað vertirnir, sum høvdu betra takið, men um miðjan fyrra hálvleik kom veruliga stígur í. KÍF minkaði munin niður í tvey mkál, og tó at VÍF økti aftur fyri steðgin, so tóktist talan vera um ein kanska heilt javnan dyst.

Men hetta broyttist tó fullkomuliga eftir steðgin. VÍF setti seg tungt á tað mesta, og eftir fáum minuttum høvdu teir økt munin upp í sjey mál.

So var tað mesta avgjørt, og hóast kollfirðingar aftur pyntaðu um móti dystarenda, so gjørdist tað ikki í nær námind serliga spennandi.

 

Fakta um dystin

VÍF-KÍF 25-22 (11-8)

10 min: 5-1

20 min: 8-6

40 min: 19-12

50 min: 21-15

Málskjúttar

VÍF: Agnar Joensen 9(2), Sámal Joensen 7, Niels Andreasen 4, John Zachariassen 2, Rúni Joensen 2(2), Áki G. Olsen 1

KÍF: Damir Oros 4(1), Rógvi Weihe 3, Niklas Reginsson 3, Ási Dam 3(3), Regin Petersen 2, Ingi Johannesen 2, Teitur Joensen 2, Tony Weihe 2, Andreas Nielsen 1

Brotskøst: VÍF 5, KÍF 6

Útvísingar: VÍF 6, KÍF 6

Diskvalifikatión: KÍF 1 (beinleiðis reytt)

Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen