Flúgvingin: Royna aftur í kvøld

Tað gongur enn striltið við at fáa flogførini til Føroya, sum skulu koma.

Í dag er bara tað eina flogfarið lent, tað, sum kom úr Egilstøðum tíðliga seinnapartin. Trý flogfør eru farin úr Vágum, tvey í morgun og eitt seinnapartin.

Hóast tað er greytasvart í Vágum, er framvegis ætlanin at fáa fleiri flogfør heim í kvøld og í nátt, sigur Atlantic Airways í tíðindaskrivi sínum í kvøld.

RC453 úr Keypmannahavn skal eftir ætlan lenda í Vágum klokkan 21.30, og so er ætlanin at senda tað aftur til Danmarkar við ferðafólkum klokkan 03 í nátt. Tað eru tey ferðafólkini, sum upprunaliga skuldu fara við RC462 og RC456 til Keypmannahavnar. Tað eru tey flogførini, sum vóru avlýst fyrr í dag.

Hesi ferðafólk fáa nærri boð um fráferð umleið klokkan 21 í kvøld.

RC481 úr Aalborg lendi ikki seinnapartin og stendur nú í Keypmannahavn, og eisini har vera nýggj boð at frætta klokkan 21.00 í kvøld, sigur felagið.

Eitt flogfar stendur í London og bíðar eftir veðri, og ætlanin er, at flogfarið fer úr London klokkan 05.35 í nátt og verður í Vágum klokkan 08.00. Eftir er so flogfarið til Bergen, sum ikki fer fyrr enn í morgin árini, klokkan 8.45 úr Vágum, skrivar Atlantic Airways, sum gevur nærri boð um flúgvingina í morgin klokkan 21 í kvøld.

Annars heitir felagið á ferðafólkini um at fylgja við á heimasíðu felagsins, og hon eitur www.atlantic.fo.

Vit heita á fólk um at fylgja við á heimasíðu okkara www.atlantic.fo, tí broytingar koma í um veðrið framvegis tarnar ferðsluni.