Gunnar Skúvadal
?- Vit eru til at tosa við, Hotellið kann flytast har sum kommunan vil, siga stigtakararnir.
"Nei tak til flydende hotel". So kontant er yvirskrivtin í lokalblaðnum Nordjyske, sum í seinastuni hevur skrivað nógv um Atlantic Hotel Ålborg, sum Martin Restorff og Petur Háberg Jacobsen hava ætlanir um at byggja við sonenvdu Honnørkaiina í Ålborg. Sambært blaðnum ætlar tekniska umsitingin hjá kommununi at mæla frá at geva loyvi til at byggja á staðnum, tí tað hóskar ikki inn í ætlanirnar við økinum.
Ríva niður gamalt?Kommunan hevur í fleiri ár arbeitt við ætlanum um at fríðka havnarlagið, ikki minst á tí staðnum, har ætlanirnar eru at hotellið skal liggja. ?- Vit ætla at ríva niður gamla terminalbygningin á havnalagnum, fyri at útsýnið útyvir Limfjørðin skal vera so gott sum tilberð. Geva vit loyvi at leggja hotellið har sum søkt er um, so verður alt hetta arbeiðið gjørt til fánýtis, sigur Christian Bjerg, stjóri í teknisku umsitingini hjá Ålborg kommunu. Málið hevur ikki verið til endaliga politiska viðgerð, men tekniska umsitingin ætlar so at mæla frá at geva loyvi.
Ongin treyt?Men sambært øðrum av stigtakarunum, Peturi H.Jacobsen, er staðið við Honnørkaiina bert eitt ynski og ikki nøkur treyt fyri, at teir vilja byggja flótandi gistingarhúsið í Ålborg.?- Vit halda, tað fer at taka seg sera væl út við havnarlagið, og fer veruliga at geva býnum nakað, sigur hann. Um kommunan vil hava hotellið flutt nakað antin oman ella niðan eftir fjørðinum, so er tað ikki ein trupulleiki sum fær okkum at sleppa ætlanini, sigur hann.??Ongin sjóverkur?Álvur Mortensen frá Maretec Shipbrokers, umboðar eisini stigtakararnar, og hann vissar Nordjyske um, at fólk, sum fara at gista á Atlantic Hotel Ålborg, fáa ikki sjóverk. ?- Tað stendur á stórum betongbjálkum í sjónum, og er fullkomuliga friðarligt. Tað rørist als ikki, sigur hann við blaðið.?Atlantic Hotel Ålborg verður nærum 4 ferðir størri enn flótandi gistingarhúsið, sum somu menn ætla at leggja á Havnarvág. Tað skal hava útivið 100 dupultkømur, matstovu til 150 fólk umframt fleiri onnur rúm, sum eisini kunnu taka fitt av fólki. Kostnaðin vilja teir ikki út við, men vanliga verður sagt, at gistingarhús kosta eina millión krónur fyri hvørt kamar, tey hava.