Flagga í hálvari stong á tjóðardegnum

Eisini í Føroyum er Erfalasorput vundið í hálva stong grønlendska tjóðardagin

Grønlendskur tjóðardagur er í dag, men lítil hátíðarrómur er yvir degnum í ár. Orsøkin er ógvusliga náttúruvanlukkan í Karrakfjørðinum í norðurgrønlandi, sum hevur kravt fýra mannalív og førdi til, at íbúgvarnir vórðu fluttir burtur úr trimum bygdum.

 

Kim Kielsen, landsstýrisformaður, heitti á landsmenn sínar um at flagga í hálvari stong á tjóðardegnum fyri at vísa samkenslu við teimum, ið mist hava síni kæru og síni heim. 

 

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur somuleiðis givið boð um, at í Danmark skulu almennir stovnar eisini flagga í hálvari stong. Hetta merkir so, at danskir myndugleikar í Føroyum eisini hava vundið grønlendska flaggið, Erfalasorput, í hálva stong.

 

Á myndini er tað Ríkisumboðið, sum hevur vundið grønlendska flaggið í hálva stong, og tað sama gjørdu fútin og politiið. Í fjør komu nýggjar reglur í gildi, sum siga, at danskir stovnar skulu flagga við Merkinum og Erfalasorput á tjóðardøgunum hjá Føroyum og Grønlandi.

 

Erfalasorput merkir flagg okkara. Ímyndin er sólin, sum rísur ísinum, ljósið og hitin, sum koma aftur um jóansøkumundið. Litirnir ímynda tilknýti til Danmark og Norðurlond annars. 

 

Føroyskir myndugleikar hava eisini fylgt áheitanini frá Kim Kielsen og sostatt hava almennir stovnar sum Kringvarp Føroya, skúlarnir og Tinganes vundið Merkið í hálva stong í dag, og á flaggstongini á Bakkapakkhúsinum í Tinganesi sást eisini grønlendska flaggið í hálvari stong.