Flagdagshaldið í Klaksvík, sum upprunaliga skuldi vera í Vágstúni, verður inni í stóra salinum í KFUM & K ístaðin. Orsøkin til, at flaggdagshaldið verður flutt, er at hann sigur kalt í veðrinum í morgin, og tískil verður ov kalt fyri hornblásararnar
Til haldið flytir Karin Jacobsen fram røðu, og sum vant bjóða skótarnir flaggdagskaffi og køkur, og skipa eisini fyri tombola.
Flaggdagshaldið byrjar kl. 14.