Flaggdagshald og kvøldskúlaframsýning í Fuglafirði

Á flaggdegnum mánadagin verður flaggdagshald í Fuglafirði, har Ólavur Larsen heldur røðu og hornorkestrið spælir.

 

Tiltakið verður í Miðstaðarlundini, har skótarnir iesini hava sølubúð í Hjallinum.

Árliga kvøldskúlaframsýningin verður eisini í Gallerí Ribarhúsi.

Skráin í Fuglafirði er hendan:

Flaggdagur 25. apríl

Kl. 13.00 – 16.00 Miðstaðarlundin, Skótarnir hava sølubúð í Hjallinum

Kl. 14.00 Miðstaðarlundin, Fuglafjarðar Hornorkestur skipar fyri flaggdagshaldi. Ólavur Larsen røðar og hornorkestrið spælir

Um viðrar fara Ellisakfør ein biltúr.

Kl. 14.45 ÍF-kappróður hava opið neyst og um viðrar verða bátarnir flotaðir

Kl. 15.00 – 18.00 Piddasahandil og Lúku-kafein opin

Kl. 15.00 – 18.00 Gallerí Ribarhús, Kvøldskúlaframsýning

Kl. 16.00 Gallerí Ribarhús, Klavernæmingar hjá Hera framføra

 

Piddasahandil og kvøldskúlaframsýningin í Gallerí Ribarhús hava opið soleiðis dagarnar áðrenn flaggdagin:

Hósdagin 21. apríl kl 15 - 17.30. Lúku-kafein opin

Fríggjadagin 22. apríl kl 15 - 17.30

Leygardagin 23. april kl 11 - 13

Sunnudagin 24. apríl kl 16 - 18

Sunnudagin 24. apríl kl 17 Harmoniku-samanspæl við Hóraldi Joensen konsert. Lúku-kafein opin

Vælkomin!