Flaggdagurin

Heri Mohr
---

Ein hugsaður frístílur í 10. skúlaflokki:
9. apríl 1940 varð Danmark hersett av týskarum, 13. apríl vórðu Føroyar hersettar av bretum, og 22. apríl gav bretska admiralitetið tann í somu viku tilnevnda konsul Mason í Føroyum boð um, at danskt flagg á føroyskum skipum kundi ikki góðtakast. 25. apríl kunngjørdi amtmaðurin Hilbert, at føroysk skip alt døgnið skuldu flagga við føroyskum flaggi. Seint á kvøldi sama dag varð tað eisini kunngjørt av tí bretsku stjórnini í BBC, at føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi 24 tímar um døgnið, og á skipssíðuni skuldi standa Faroes og Føroyar ella Færøerne.
Í bókini Víkingasynir, sum J. Joensen, próstur gav út í 1947 eftir áheitan Føroya Skipara- og Navigatørfelags, sum eisini tryggjaði útgávuna peningaliga, lesa vit millum annað:
9. apríl 1940 fór sluppin Eysturoy úr Klaksvík við ísfiski til Aberdeen. Skipari var Hans Mikkelsen úr Sørvági. Ferðin gekk væl, sum vanligt. 11. apríl vóru teir komnir suður móti Bretlandi, men har hendi teimum tað óvanliga, at eitt enskt krígsskip steðgaði teimum. Teir løgdu stilt, krígsskipið setti bát út, og har komu alvápnaðir menn at borði á Eysturoy. 4 yvirmenn komu upp á dekkið; teir spurdu, hvaðan hetta skipið kom, og hvar tað skuldi fara. Jú, teir komu úr Føroyum og skuldu til Aberdeen. Tað lurtaðu hesir góðu menn næstan ikki eftir; teir tyktist at hava so góðan hug á mesanmastrini. Teir hugdu so dúgliga upp á hana, og tá sigur hin hægsti av teimum, og tað hoyrdist, at hetta vóru ørindi teirra: Tak hatta flaggið niður! Jú, teir so gjørdu. Hava tit einki annað flagg? segði so bretin við skiparan. Jú, segði skiparin, eitt annað flagg hava vit. Hvat flagg er tað, segði bretin. Føroyskt flagg, segði Hans, og í sama viðfangi sigur hann við ein av manningini: Loyp niður eftir tí! Tað var skjótt gjørt, og tá bretin, sum førdi orðið, sá tað, sigur hann: Drag tað upp!
Við fjarritið 22. apríl 194o gav bretska admiralitetið tann nýtilnevnda konsul Mason boð um, at danskt flagg á føroyskum skipum kundi ikki góðtakast. Sonn øsing og satt rok stóðst av spurninginum um, hvat skuldi koma í staðin fyri dannebrog. Endin av øllum hesum var, at 25. apríl kunngjørdi amtmaðurin ”Bekendtgørelse angående skibs NATIONALITETSMÆRKE.” Eftir hesum skuldu føroysk skip ”hele døgnet føre det færøske flag i passende størrelse, og FAROES og FÆRØERNE eller FØROYAR påmales skibssiderne.” Seint sama dag kunngjørdi tað bretska admiralitetið eina líknandi lýsing í BBC.
Í GOOGLE síggja vit, at ”Flaggdagurin verður hildin 25. apríl at minnast at bretska stjórnin seint á kvøldi tann 25. apríl 1940 í BBC útvarpið gav boð um, at føroysk skip skuldu sigla undir flagginum Merkið”.
Hetta er ein hálvur sannleiki. Mundi tað ikki vera kunngerðina hjá amtmanninum, bretska stjórnin gav BBC boð um at kunngera? Føroyar vóru hersettar av bretum, men hvørki løgtingið ella amtmaðurin vórðu tikin undir administratión av fremmanda valdi. Hálvir sannleikar eru ikki ókendir í serføroyskum politikki. Hálvur sannleiki/hálv lygn gevur fløkt ”innispunnið tógv” og kann órógva sálarfriðin hjá einum heilum fólki.
Merkið – tað føroyska flaggið – kann so ruddiliga sammetast við uppruna og søgu hjá fløggum í øðrum londum: kenslubornan romantikk, fosturlandsalsk, beiskt stríð, gleði, sorg. Men tað løgna er, at hóast søgan um ”Merkið” byrjar fyrst í farnu øld, so hevur okkara flaggdagur 25. apríl støði í einari kunngerð frá amtmanninum kunngjørd í Føroyum og BBC nevnda dag, og sum hevði gildi í krígsárunum 1940-1945.

Søgan um okkara flagg – Merkið – er 93 ára gomul.
Í 1935 gav Hitt føroyska studentafelagið í Keypmannahavn út 25 ára minnisrit. Í hesum riti skrivaði Janus Øssursson í áhugaverdari grein, hann kallaði Studentaflaggið, millum annað:
(…) Lisberg skeyt so upp, at krossurin skuldi vera bláur uttast og reyður innan ... Vit fingu so beinan vegin gjørt okkum hvør sítt lítið borðflagg í Nordisk Flag og Fanefabrik í Frederiksbergsgøtu av hesum nýggja flaggi. Og hesi bæði fløggini vórðu so av Louis Zachariassen á fyrsta sinni borin fram fyri føroyingum á føstugangsveitsluni í Føroyingafelagnum (Brohusgade 17) 2. mars 1919, og 11. mars sama ár varð flaggið einmælt goðkent í Studentafelagnum.
Í frásøgubók Føroyingafelags um fundin og veitsluna skrivaði Emil Joensen: (…) Rasmus Rasmussen, háskúlakennari, helt talu fyri Føroyum, Andreas Samuelsen, fólkatingsmaður, fyri Danmark og Jóannes Patursson, landstingsmaður, fyri Føroyingafelagið. Tá ”Eg oyggjar veit” var sungin, stóð stud. polyt. Louis Zachariassen fram við einum nýggjum føroyskum flaggi. Hann bað føroyingar um at nýta hetta flaggið í staðin fyri Veðraflaggið. Tann hvíti liturin skuldi minna okkum um havbrosið og hin reina klára himin, meðan tann reyði og blái krossurin, samansettur av teim elligomlu føroysku litunum skuldi minna um skyldskapin við øll hini norðanlond, ið eisini nýta krossflaggið…
Og Janus Øssursson heldur fram:
Lisberg bílegði sær eitt stórt flagg, eg minnist, eg var við honum í Nordisk Flag og Fanefabrik eftir tí, haðani fóru vit á Garð...og stungu tað út av vindeyganum…
2. juni 1919 gjørdi Føroyingafelag útferð til Norðmannadalin í Fredensborg, Okkurt um 100 føroyingar vóru við á ferðini. Í felagsins gerðabók stendur: ”Stór var frøin, tá ið hitt vakra føroyska flaggið kom til sjóndar, har tað stóð og veittraði mitt í dalinum.”
Stutt aftaná fór Lisberg til Føroya og hevði flaggið við sær. Í heimbygd síni vant hann tað á stong, og varð Fámjin soleiðis fyrsta føroyska bygdin, har hetta merkið veittraði.
Honum var ikki langt lív lagað. Spanska sjúkan herjaði illa tað árið, og sóttsligin gjørdist hann veikari og veikari og andaðist móti heysti eftirfylgjan …. Men merkið blaktrar yvir minni hans og vil blaktra so leingi Føroyar standa.
Jens Oliver Lisberg las jura og var einans 23 ára gamal, tá ið hann doyði 31. august 1920.

Umrødda kunngerðir tann 25. apríl 1940 um hvussu Merkið skuldi brúkast umborð á okkara skipum misti aktualitet, tá ið kríggið hæsaði av 8. maj 1945, men tað ber til at siga, at við hesum var eitt langt og beiskt flaggstríð at enda komið, og við heimastýrislógini í 1948 varð okkara flagg ein løggildaður veruleiki. Í 1959 kom løgtingslógin um flaggið.
Men at løgtingið í 1949 samtykti við 11-0 atkvøðum, at 25. apríl skuldi verða flaggdagur Føroya var ein stór misskiljing og vánaligur etikkur. 25. apríl 1940 er ein dagur í okkara flaggsøgu. Men frammum allar er:
dagurin á summri í 1919, tá ið sjálvur flaggarkitekturin, tann 22 ára gamli studenturin Jens Oliver Lisberg vant frumflaggið á stong á fyrsta sinni í Føroyum suðuri í Famjin. Hesin dagurin eigur sjálvandi at verða okkara flaggdagur. Og eingin annar.
Frumflaggið hevur nú í hesi mongu ár hingið í Famjins kirkju.
Rasmus Effersøe sigur: Latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl…
Vónandi tekur løgtingið stig til skjótast gjørligt at broyta samtyktina 1949 og lýsa okkara flaggdag av nýggjum, soleiðis sum her tilskilað.

Eftirskrift.
At tann bretski konsulurin Frederic Cecil Mason skeyt upp, at føroysk skip í 1940 skuldu flagga við einum grønum dúki við hvítum krossi var grátuligt og láturligt. Men hann var óroyndur og blaðungur, 22 ár. Hann kom til Føroya við tí 10.000 tons stóra krússaranum Suffolk, sum legði seg í Nólsoyarfjørð, og við smærri skipum vórðu herfólk og teirra viðføri fergjað inn á Molan og Kaiina í Havn allan dagin 13. apríl 1940.
Hesin ungi maðurin fríggjaði annars undir trappuni í Tinganesi við einari danskari klinikkdamu hjá tannlæknanum Kaaber…. og so fingu tey hvønn annan, Karen og Frederic, og Hilbert var forlovari. Kaaber og húskið búðu í Tinganesi, sjálvur hevði hann sína klinikk har úti. Eg arbeiddi hjá Mauritzen & Co. í Tinganes. Brøðurnir Mauritzen í Leith áttu Tinganes.