Filmsummæli:
Kim Simonsen
Fyri teir seks hermenninar var hetta at seta flaggið, bert enn ein uppgáva mitt í tí inferno, ið eitt hvørt kríggj er.
Myndin gjørdist ein serlig fylkingarmynd og symbol, ið skuldi minna amerikanska fólkið, um at landsins ungu menn gjørdu hetta uttan at hugsa um egið lív. Filmurin Flags of our Fathers er um hesa myndina.
Teir seks vóru sersjanturin Michael Strank, Rene Gagnon, Ira Hayes, Franklin Sousley, John Bradley og Harlon Block. Av hesum yvirlivdu bert Gagnon, Hayes og Bradley næstu vikurnar á Iwo Jima.
Hetta var ein tíð, har kríggið var um at halla. Fólk vóru deyðatroytt av stríðsárunum og longdust eftir at síggja okkurt annað enn pínu, deyða og kríggj, ið tey høvdu vitnað í fimm ár. Fyri USA í 1945, gjørdist hendan myndin eitt symbol upp á vón, sigur og um at fáa synir og teirra elskaðu heim aftur og hetta gav meining til tey, ið høvdu mist teirra kæru.
Hesir hermennirnir, ið yvirlivu, vóru allir sendir heim til USA, har teir hjálptu við at selja War Bonds, ið skuldi hjálpa við at gjalda ómetaligu rokningina, ið kríggi kostaði.
Hesir tríggir hermennirnir, bráðfeingishjálparin John ”Doc” Bradley (Ryan Phillippe), smædni Pima-indianarin Ira Hayes (Adam Beach) og boðberin Rene Gagnon (Jesse Bradford) skuldu nú allir skapa eina umfatandi PR-lýsingarherferð, ið skuldi hjálpa krígstroyttu amerikanarunum at vinna kríggið.
Søgan í The Flags of our Fathers er um teir, men mest um allar teir ungu menn, ið doyðu hesar dagarnar í Iwo Jima.
Clint Eastwood
Tað er Clint Eastwood, ið hevur gjørt filmin. Hann hevur tvær ferðir vunnið Oscarvirðislønina fyri sínar filmar.
Hann varð beinanvegin áhugaður í søguni, tá hann læs bestseljandi bókina ”Flags of our Fathers” eftir John Bradley Jr. og Ron Powers.
- Tað eru ymiskar orsøkir til, at hetta er ein so góð søga, sigur Eastwood við filmsfelagið, sum vísir filmin, tí:
- Øll kenna kendu myndina hjá Rosenthal. Tað er okkurt gandakent yvir, at hesir seks menn, ið bert gera teirra arbeiði, men í 1945 varð hendan myndin sjálvt symbolið uppá mótstøðuna, og at kríggið endiliga gekk rætta vegin. Hetta var eisini 5000 ár síðani, at eitt fremmant flagg kom at veitra yvir japanskum landi”.
Kenda slagið um Iwo Jima kom at merkja eina vend. Slagið kostaði 6.800 marinuhermonnum lívið og 18.000 vóru særdir. 22.000 japanskir hermenn doyðu í teim hundraðvís av barakkum, bunkarum og skotgravum. Iwo Jima er ein stór hópgrøv, enn í dag.
Eastwood kenna vit seinast frá Million Dollar Baby, Mystic River, men serliga frá The Unforgiven, ið fekk fýra Oscars, har hann avlívaði mytuna frá A Fistful of Dollars, For a Few Dollars More og The Good the Bad and the Ugly. Hann spældi eisini væl í The Bridges of Madison County.
Hin fyrri av tveimum filmum
Eastwood varð so hugtikn av bókini, at hann fór i holt við at finna tilfar sjálvur. Hann hevur havt samrøður við hermenn frá báðum síðum. Hetta kemur hann at gera til tveir filmar. Hin eini
Flags of our Fathers er um amerikanarnar og hin Letters from Iwo Jima er um slagið, sæð við japansum eygum. Hesin verður frumframsýndur 26. januar 2007.
Upptikin í Íslandi
Tað var ikki gjørligt at upptaka filmin á sjálvari Iwo Jima, hon er friðaður gravstaður í dag. Tað staðið, ið líknaði mest í heiminum var í Íslandi, í Reykjanes Víkini, har er svartur sandur og gosfjøll. Tá 700 fólk frá filminum fóru til Íslands skapti hetta mikið rok. Allur sandurin skuldi flytast, so hesin kom at líkjast festningum í Japan fyri 60 árum síðani. 500 statistar vóru við, so hetta var sera krevjandi.
Eg haldi at hesin filmurin er ein av teim heilt góðu krígsfilmunum, ið er gjørdur. Hann minnir um Saving Private Ryan hjá Spielberg, men er betur. Spielberg hevur annars verið framleiðari á filminum.
Filmurin er ræðuliga harður, djúpt rørandi og ikki er sørt, at boðskapurin kann hugsast at vilja galda fyri støðuna í Irak í dag? Hesin leikstjórin gerðst bert betur sum árini ganga.
Flag of our Fathers hevur okkurt, ið er ektað. Tað er eingin ivi frá hesum ummælarinum, um at hesin filmurin kemur heilt at vinna onkran Oscar, helst fleiri.
Fakta um Flags of our Fathers:
Leikandi:
John ”Doc” Bradley••••••••••••••••••••••••••••••••••••Ryan Phillippe
Rene Cagnon••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••Jesse Bradford
Ira Hayes••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••Adam Beach
Mike Strank•••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••Barry Pepper
Keyes Beech•••••••••••••••••••••••••••••••••••John Benjamin Hickey
Bud Gerber•••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••John Slattery
Hank Hansen••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••Paul Walker
Ralph Ignatowski•••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••Jamie Bell
Præsident Harry S. Truman••••••••••••••••David Patrick Kelly
Oberst Chandler Johnson•••••••••••••••••••••••••••Robert Patrick
Leikstjóri Clint Eastwood (hann hevur eisini gjørt tónleikin). 130 minuttir. Sýndur í Havnar Bio 12. januar. Aldursmark 15 ár.