Virksemið á flakavirkinum hjá Fiskavirking á Tvøroyri, skal takast upp aftur heil skjótt.
Hendir tað ikki, verður Fiskavirking helst tvingað til at taka virkið niður og flyta tað burtur, so at onnur fáa atgongd til grundstykkið, sum virkið stendur á.
Tað staðfestir Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Tekur Fiskavirking ikki arbeiðið á flakavirkinum á Tvøroyri uppaftur heilt skjótt, fer Tvøroyrar býráð at uppsiga leigusáttmálan um grundstykkið, sum virkið stendur á.
Sáttmálin um grundstykkið, sum flakavirkið stendur á, sigur, at hevur onki virksemi av flaki ella ísi verið á virkinum í tvey ár, kann sáttmálin sigast upp við eini freist upp á eitt ár.
Tað er langt síðani, at tey hildu upp at at arbeiða fisk á virkinum, men nakað eftir tað, gjørdu tey framvegis ís til bátar og skip.
Men eisini tað er langt síðani hildið uppat og borgarstjórin sigur, at seinastu ferð, at virkið lat ís, var 27. mars í 2008
- Tað hevur verið ógvuliga óheppið fyri bátarnar, sum hava avreitt til landingarmiðstøðina, tí eftir at teir hava avreitt, mugu teir antin til Vágs ella aðrastaðni eftir ísi og tað er ógvuliga tvørligt hjá teimum.
Siga sáttmálan upp
Um góðar tríggjar mánaðir er tað sostatt tvey ár síðani, at nakað sum helst virksemi var á virkinum og tá fer býráðið beinanvegin at viðgera spurningin um at uppsiga sáttmálan, so at tey kunnu vera fullkomliga leys av honum á vári í 2011.
Tíverri er sáttmálin so bundisligur fyri kommununa, at tað ber ikki til at sleppa burtur úr honum skjótari enn tað.
- At siga sáttmálan upp er tað einasta, býráðið kann gera. Og so má Fiskavirking taka virkið niður og flyta tað av økinum, leggur Kristin Michelsen afturat.
Fiskavirking leigaði eisini onnur høli á havnarlagnum á Tvøroyri, men tann sáttmálin var lættari hjá býráðnum at sleppa burtur úr og hann er eisini langt síðani uppsagdur.
Annars hevur Tvøroyrar Býráð biðið um fund við leiðsluna í Fiskavirking at vita, hvørjar ætlanir, felagið hevur við virkinum á Tvøroyri.
Men Kristin Michelsen væntar ikki at nakað kemur burtur úr, tí tað er onki, sum bendir á, at ætlanin er at lata virkið upp aftur.
- Tvørtur ímóti er fleiri og fleiri av maskinunum tiknar niður, eins og virkið ikki verður hildið og fellur í órøkt.
- Og Tvøroyrar Býráð kann ikki góðtaka, at Fiskavirking leggur hald á eitt so stórt øki fremst á havnarlagnum, uttan at brúka tað til arbeiðsskapandi endamál.