Sergei Lavrov, ið var nógv frammi eftir russisku innrásina í Ukraina í februar fyri tveimum árum síðan, men sum lutfalsliga lítið hoyrist til longur, er russiskur uttanríkisráðharri.

Amerikanskir journalistar sleppa ikki til Russlands

- Orsøkin til hesa avgerð er fíggindaligi hugburðurin hjá Biden-umsitingini, sigur russiska uttanríkisráðið.

Sergei Lavrov, ið var nógv frammi eftir russisku innrásina í Ukraina í februar fyri tveimum árum síðan, men sum lutfalsliga lítið hoyrist til longur, er russiskur uttanríkisráðharri.

92 amerikanskir ríkisborgarar sleppa ikki til Russlands, og millum hesar eru fleiri tíðindafólk hjá Washington Post, New York Times og Wall Street Journal.

 

Sambært russisku tíðindastovuni Ria eru fimm journalistar hjá New York Times, fýra hjá Washington Post og fleiri hjá Wall Street Journal óynsktir í Russlandi.

 

Tað er sambært tíðindastovuni NTB ikki greitt, hvørjir aðrir amerikanskir ríkisborgarar eru óynsktir í landinum.

 

Í einari útsøgn sigur russiska uttanríkisráðið, at orsøkin til hesa avgerð er fíggindaligi hugburðurin hjá Biden-umsitingini, sum tikið verður til.

 

- Russland heldur, at amerikanski forsetin og hansara stjórn hava sum mál at "geva Moskva eitt strategiskt tap", veit tíðindastovan Ria at siga.

 

 

 

Sergei Lavrov, ið var nógv frammi eftir russisku innrásina í Ukraina í februar fyri tveimum árum síðan, men sum lutfalsliga lítið hoyrist til longur, er russiskur uttanríkisráðharri.