Í 2013 fekk Sernám 153 tilmeldingar frá dagstovnunum. Tað eru 10 fleiri enn árið fyri.
Skúlablaðið skrivar, at talið av nýggjum tilmeldingum frá fólkaskúlaøkinum var 122 í 2013, sum var 1 minni enn árið fyri.
Tilsamans vóru 275 nýggjar tilmeldingar til Sernám í 2013 í mun til 266 árið fyri, av teimum vóru 56% frá dagstovnaøkinum.
– Næmingarnir, sum verða mettir at hava serligan tørv ella serligar avbjóðingar, gerast fleiri og fleiri ár fyri ár. Skúlaárið 2011-2012 høvdu 380 næmingar serligan tørv, og hetta skúlaárið er talið 450, skrivar Skúlablaðið.
Lesið meira í Skúlablaðnum