Grannauppgerðin millum AB og HB, sum av serligum orsøkum bleiv útsettur, verður spældur hósdagin klokkan 18.
Sum skilst, so verða dystirnir hjá HB og AB, sum skuldu verða sunnudagin, fluttir til mánakvøldið. HB spælir tá móti EB/Streymi, meðan Víkingur tekur móti AB.
Rás2 fer at siga frá dystunum, sum verða mikukvøldið millum EB/Streym – NSÍ og Víking – 07 Vestur. Teir blivu útsettir í samband við Champions League og Europa League luttøkuna hjá ávíkavist EB/Streymi og Víkingi.
Somuleiðis sigur Rás2 frá dystunum hóskvøldið millum HB – AB, og útsettu dystunum mánakvøldið, um teir verða fluttir, millum Víking – AB og HB – EB/Streym.