Í minsta lagi fýra fólk eru deyð, og fleiri eru løstað í einari spreinging, sum hevur verið í einum kolanámi í Spania í morgun.
Hetta upplýsa spanskir tíðindamiðlar.
Ávísin, El Mundo, veit at siga, at umframt tey deyðu og løstaðu, sita trý fólk føst í náminum - fleiri metrar undir jørð.
Talan er um Cerredo-námið í sponsku kommununi, Degana, í útnyrðingspartinum av landinum.
Í fyrstani varð sagt, at í minsta lagi tvey fólk høvdu latið lív, men seinni er talið av deyðum dagført til í minsta lagi fýra.
Neyðhjálparfólk, sum arbeiða í økinum, siga, at fýra onnur eisini eru saknað í náminum í samband við spreiningina.
Sagt verður, at vanlukkan hendi, tá ein maskina, sum tey arbeiddu uppá, sprongdist og drap og løstaði fólk nærindis.
##med2##