Fleiri deyð tá bilur koyrdi í mannamúgvu Kanada

Heitt verður á sjúkrahúsini um at fyrireika seg til nógv offur, eftir at ein bilur koyrdi inn í ein kanadiskan festival, skriva miðlar.

Fleiri fólk hava latið lív í kanadiska býnum Vancouver, og fleiri eru særd, eftir at ein bilførari koyrdi inn í eina mannamúgvu á einum gøtufestivali.

Tað boðar løgreglan í Vancouver frá á sosiala miðlinum X.

Løgreglan hevur ikki givið nakrar serligar upplýsingar um talið av deyðum og særdum, men sambært Vancouver Sun er lokala sjúkrahúsverkið biðið um at fyrireika seg til nógv offur.

Videobrot á sosialu miðlunum vísa lík spjadd á gøtuni, harav fleiri fáa fyrstuhjálp, skrivar miðilin víðari.

Bilførarin í bilinum er handtikin av løgregluni eftir hendingina. Tað er tó ikki greitt, um hetta var ein vanlukka ella ein tilætlað gerð.

- Vit fara at geva fleiri upplýsingar, so hvørt sum kanningin gongur, sigur løgreglan.

Hendingin hendi stutt eftir klokkan 20 lokala tíð í gjár um Fraser Street og 41st Avenue, upplýsir løgreglan.

Vancouver Sun skrivar, at ein gøtuveitsla, sum kallast Lapu Lapu Day Block Party, varð hildin í økinum. Tað er ein hátíðarhald, sum filipinsku íbúgvarnir í býnum halda.

Vanliga verða gøturnar sperraðar av við lastbilum, tá festivalar eru í býnum, men tað hendi ikki í gjár, sigur miðilin víðari.

Borgarstjórin í Vancouver, Ken Sim, svaraði tíðindunum á sosiala miðlinum X.

- Eg eri ørkymlaður og harmur um ógvusligu hendingina, sum hendi á Lapu Lapu-veitsluni í dag.

- Vit arbeiða við at veita fleiri upplýsingar so skjótt sum vit kunnu. Løgreglan í Vancouver hevur staðfest, at talan er um fleiri deyð og fleiri skadd, skrivar borgarstjórin á X.

- Okkara tankar fara út til øll tey, sum eru rakt, og til Vancouver og filipinsku samfeløgini hesa truplu tíðina, sigur hann.

Forsætisráðharrin í British Columbia, David Eby, segði seg vera ”skelkaðan” og ”hjartaknústan” eftir at hava fingið tíðindini, skrivar Reuters.

 

/Ritzau/