Fleiri doyðu hóast færri flogvanlukkur

299 fólk doyðu í flogvanlukkum við stórum ferðafólkaflogførum í 2020. Meginparturin í tveimum vanlukkum í Iran og Pakistan.

Hóast talið av flogvanlukkum minkaði niður um eina helvt í 2020, so øktist talið av deyðum í vanlukkum við ferðafólkaflogførum samanborið við 2019.

Tað vísir uppgerð frá hollendska loftferðslugreiningarfyritøkuni To70.

Árið frammanundan vóru 40 vanlukkur við størri flogførum. Fimm av vanlukkunum kravdu mannalív, og har doyðu tilsamans 299 fólk.

Í 2019 vóru 86 vanlukkur, harav átta kravdu mannalív. Tilsamans doyðu 257 fólk.

Tað vóru færri vanlukkur í fjør samstundis sum flogferðslan hevði stóra afturgongd vegna koronufarsóttina.

Netsíðan Flightradar24 hevur uppgjørt, at talið av handilsligum flogferðum, sum tey fylgja við í kring heimin, í 2020 minkaði við 42 prosentum til 24,4 milliónir.

Í 2020 vóru tað 0,27 deyðsvanlukkur fyri hvørja millión flúgvingar við stórum handilsligum flogførum. Tað svarar til eina vanlukku fyri hvørjar 3,7 milliónir flúgvingar. Í 2019 vóru 0,18 deyðsvanlukkur fyri hvørja millión flúgvingar.

Yvir helvtin av andlátunum í 2020 hendu í eini einstakari vanlukku í januar, tá eitt flogfar frá Ukraina varð skotið níður í iranskum loftrúmi. 176 fólk doyðu.

Iran viðgekk eftir vanlukkuna, at ferðafólkaflogfarið av misgáum varð skotið niður av eini rakett.

Tann næst størsta vanlukkan hendi í mai, tá 98 fólk doyðu í eini flogvanukku, tá eitt pakistanskt flogfar datt niður. Ein av teimum deyðum var eitt fólk á jørðini.

Seinastu tvey 10 ára skeiðini hevur verið niðurgongd í slíkum vanlukkum við deyða, sambært Aviation Safety Network (ASN), sum skrásetir vanlukkur í flogferðsluni.

Í 2017 hevði flogferðslan sítt tryggast ár við bara tveimum vanlukkum. Í báðum vóru regional turboproflogfør og tá tá doyðu tilsamans 13 fólk. Tað var eingin flogvanlukka við stórum ferðafólkaflogførum tað árið.

/ritzau/Reuters