Fleiri dripin í russiskum álopum á Ukraina

Álopini komu samstunds, sum fleiri evropeiskir leiðarar vóru á vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv í samband við tjóðardagin

Russland framdi fleiri álop á mál í Ukraina á tjóðardegi landsins - ársdegnum, tá Ukraina gjørdist leyst av Sovjetsamveldinum í 1991.

 

Álopini komu samstundis, sum fleiri evropeiskir leiðarar vóru á vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv í samband við tjóðardagin. 

 

Í næst størsta býi landsins, Kharkiv, lótu í minsta lagi trý fólk lív, og fleiri vórðu særd, veit guvernørurin í økinum at siga.

 

Russiski herurin sigur seg eisini hava lopið á tangaskip á Svartahavinum, sum flyta brennievni og smyrjolju til ukrainskar herdeildir.

 

Haraftrat sigur russiski herurin seg hava lopið á eina havn, sum verður brúkt av ukrainska herinum.

 

Á hinari síðuni sigur Ukraina seg hava lopið á russisk skip í Svartahavinum, umframt at landð hevur lopið á mál í Russlandi.

 

Tað er norska kringvarpið - NRK - sum ber hesi tíðindi.