Fleiri dystir útsettir vegna sóttarhald

Bæði dystir hjá HB og hjá B36 eru útsettir vegna sóttarhald

HB boðar í dag frá, at tveir dystir eru útsettir vegna sóttarhald. Talan er um dystir í 1. deild og U15 hjá gentum. Sum skilst, so er dysturin í 1.deild hjá B36, sum skal spælast í annaðkvøld eisini útsettur.

Í annaðkvøld er fult umfar í 1.deild hjá monnum á skrá, men longu nú er greitt, at dystirnir millum HB-KÍ og B36-B71 verða útsettir, tí fleiri spælarar skulu í sóttarhald. Somuleiðis er U15 dysturin hjá gentum millum Skála og HB eisini útsettur.

Spæla í Betri deildini

Eftir ætlan verða fýra dystir leiktir í Betrideildini hjá monnum mikukvøldið. Ein teirra er dysturin millum EB/Streym og HB í Streymnesi. Bæði hesi lið eru tó rakt av sóttarhaldinum á Glasi, har allir næmingar og starvsfólk á lærustovninum eru sett í sóttarhald.

HB boðaði í gjárkvøldið frá, at hóast felagið hevði nógvar spælarar í besta hópinum, sum blivu raktir av sóttarhaldinum, so vil man fegin spæla dystin. Sum skilst eru ikki færri enn átta leikarar í fyrstaliðshópinum hjá HB raktir av sóttarhaldinum, men av hesum eru teir fýra skaddir í løtuni.

Jákup Martin Joensen, venjari hjá EB/Streymi, sigur, at honum vitandi eru tað bert tveir spælarar í hópinum hjá honum, sum eru raktir.

- Feløgini hava eisini tosað saman, og sum støðan er í løtuni, so vænti eg, at vit spæla mikukvøldið. Men sjálvandi kann tað jú henda nógv, tá ið øll á Glasir eru blivin kannað, so tingini kunnu broytast, sigur Jákup Martin Joensen.