USA er hart rakt av korona-virus, og higartil eru fleiri enn 10.000 fólk í landinum deyð av sjúkuni. Reuters veit at siga, at USA er tað landið, sum hevur mist trið mest fólk av covid-19, og tað eru bara Italia og Spania, sum hava mist fleiri fólk.
- New York er serliga hart raktur av korona-virus, og talið av deyðum øktist seinasta samdøgnið úr 4169 upp í 4758 fólk, upplýsir guvernørurin í New York, Andrew Cuomo.
Hann vísir á, at New York er higartil harðast rakti staturin í USA, og New Jersey er eisini í stórum trupulleikum. Í New York verða skúlar og ávísir aðrir aktivitetir stongdir í fyrsta lagi fram til hin 29. apríl.
- Eg veit, at hetta er keðiligt av nógvum ymiskum orsøkum, og eg veit, hvørja ávirkan tað hevur á fíggjarliga partin. Men, vit noyðast at velja millum heilsu og fíggjarligt virksemi, sigur guvernørurin í New York, Andrew Cuomo.