Løgreglan í svenska býnum, Borås, hevur eftir øllum at døma havt úr at gera í kvøld, tí í býnum hevur verið eitt rættiligt hópslagsmál, har fleiri enn hundrað fólk fóru til hendurs.
Tað veit svenska heimasíðan - www.svt.se - at siga í kvøld.
Í minsta lagi tvey fólk, harav ein løgreglumaður, eru endað á sjúkrahúsi, og heimasíðan skrivar, at løgreglumaðurin varð raktur í høvdið við einari fløsku.
Sambært løgregluni hevur hópslagsmálið verið millum tveir bandar, men www.svt.se visti ikki fyrr í kvøld at siga, hvør orsøkin til stríðið er.
- Vit hava fleiri fólk á staðnum, segði Anna Göransson, talskvinna fyri løgregluna í økinum, og hon legði aftrat, at neyðugt hevur verið við hjálp úr Gøteborg og frá einari tyrlu.
Anna Göransson segði, at løgreglumaðurin, sum endaði á sjúkrahúsinum, hevur fingið tvær pentur, men at hann annars eftir umstøðunum hevur tað gott.