Fleiri enn 2000 nýggir smittutilburðir í Týsklandi

Sum heild er talan um smá - men fleiri - útbrot, har familjur hava havt ymiskar veitslur, og hetta er orsøkin til stóru smittuspjaðingina í Týsklandi í dag.

 

Seinasta samdøgnið hevur Týskland skrásett 2.034 nýggjar tilburðir við korona-smittu, og hetta er størsta tal sum er skrásett yvir eitt samdøgur síðan í apríl.

Sambært Robert Koch-stovninum eru nú skrásettir tilsamans 232.082 smittutilburðir í Týsklandi.

Vøksturin seinasta samdøgnið er hin størsti síðan hin 25. apríl, tá skrásettir vórðu 2.055 smittutilburðir.

Kanningar vísa, at talan sum heild er um lutfalsliga smá - men fleiri - útbrot, har familjur hava havt ymiskar veitslur, og hetta er orsøkin til stóru smittuspjaðingina í løtuni.

Týskland hevði flestu korona-tilburðirnar í apríl, tá talið setti met við fleiri enn 6000 smittutilburðum um døgnið.