Fleiri enn 40 biskupar á vitjan í Føroyum

Norðurlendsk bisparáðstevna er í Føroyum í døgunum 23-27 juni. Biskupar úr øllum Norðurlondunum hittast triðja hvørt ár, og í ár er ráðstevnan í Føroyum.

Á skránni eru fyrilestrar við bæði føroyskum og útlendskum fyrilestrahaldarum. Høvuðsevnið er “Kirkjan í ófriðarligum tíðum”.

Ráðstevnan er ein arbeiðsfundur fyri biskupar, og vitjanin er tí ikki almenn.


Hóast skráin fyri dagarnar er umfatandi, verður eisini vitjað kring landið, eitt nú í Kirkjubø, í Eysturoynni og í Norðoyggjum.


Tað er umsitingin hjá Jógvan Fríðrikssyni, biskupi, saman við tveimum av donsku biskupunum, ið skipa fyri innihaldi og kørmum um ráðstevnuna í Føroyum.


Tilsamans luttaka áleið 45 biskupar úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Íslandi á ráðstevnuni.

 

Hetta skrivar folkakirkjan.fo, og har eru fleiri myndir frá vitjanini.


Myndir: Harald Bjørgvin