Ukrainski herurin hevur framt eitt umfatandi álop á russiskar flogvallir, og í minsta lagi 40 russisk bumbuflogfør standa í ljósum loga.
Hetta veit ukrainska fregnartænastan at siga í dag, og tað er ávísin, Kyiv Independent, sum endurgevur.
Fleiri video-upptøkur eru eisini at síggja av ukrainsku álopunum.
Sagt verður, at fleiri enn 40 russisk bumbuflogfør eru rakt, eitt nú flogfør av sløgunum, A-50, Tu-95 og Tu-22 M3.
- Flogfør hjá fíggindanum í stórum tali eru rakt, sigur ein kelda hjá ukrainsku fregnartænastuni, sum Kyiv Independent endurgevur.