Áhugin fyri fótbóltskappingini "Skúlafótbóltur", sum verður í Marghøllini í heyst, vetur og vár, er stórur. Fleiri enn 70 lið úr so at siga øllum skúlum kring landið hava meldað til Skúlafótbólt. Talan er um tilmeldingar í øllum árgangum, frá 1. flokki í fólkaskúlanum til miðnámsskúlar.
- Tað er ikki eitt krav at luttakarar eru góðir fótbóltsspælarar ella spæla fótbólt við fótbóltsfeløgum kring landið, tí Skúlafótbóltur hevur fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og á at fótbóltur er fyri øll, verður sagt í tíðindaskrivi.
Gamaní er Skúlafótbóltur ein fótbóltskapping, men tað er eisini ein týðandi partur av Skúlafótbólti, at talan verður um nakrar stuttligar og spennandi dagar saman við floksfelagum í egnum skúla, og floksfelagum á sama árgangi úr øðrum skúlum.
Fyrsti árgangur, sum skal kappast til Skúlafótbólt, er 6. flokkur, har umfarið verður mikudagin 24. oktober. Nógvir 6. flokkar eru longu tilmeldaðir og freistin fyri tilmelding er fríggjadagin 12. oktober.