Fleiri ófødd børn doyggja í ferðsluni

Fleiri ófødd børn enn nýføðingar doyggja í ferðsluvanlukkum í USA, sigur Laura Thackray, granskari á Volvo Cars trygdarsentrinum í Göteborg.
Volvo Cars eru við í kanningum av bilvanlukkum, har kvinnur við barn eru uppi í

Volvo í Göteborg hava í meira enn 30 ár havt eitt lið av serfrøðingum, sum kanna allar ferðsluvanlukkur, har ein Volvo er uppi í.

Nú hava Volvo Cars saman við deildini fyri burðarfrøði og gynækologi á Sahlgrenske Akademi á Göteborg Universitet eisini gjørt kanningar av títtleikanum og fylgjunum av bilvanlukkum í Svøríki, har kvinnur við barn hava verið uppi í.

Nógvar av trygdarskipanunum í dagsins bilum eru gjørdar við hjálp av testdukkum í ymiskum støddum, bæði sum vaksin og børn.

Fyri at læra meira um børn í móðurlívi og kvinnur sum eru við barn og koma út fyri ferðsluvanlukkum, hava Volvo Cars gjørt eina teldudukku, sum er við barn.

Nú dekka vit eisini eina aðra tilgongd í lívinum hjá okkara kundum, sigur Laura Thackray, verkfrøðingur við biomekanik og kollisiónsútrokning sum sergrein á trygdarsentrinum hjá Volvo Cars. Hon hevur sjálv gjørt eina dukku, sum skal eitast at vera við barn og givið henni navnið Linda. Linda er eitt teldumodell av eini testdukku.

Dr. Harold Weiss, ið er professari við universitetið í Pittsburgh og arbeiðir við skaðakanning, sigur, at fleiri børn í móðurlívi enn smábørn lata lív í ferðsluni í USA.

Royndir við testdukkuni Lindu hava víst, hvussu barnakonur skulu spenna trygdarbeltið rætt, so barnið fær minst møguligan skaða í einum ferðsluóhappi.

Simolator-royndir verða eisini gjørdar við bæði airbag og trygdarbeltunum.

Hjá Volvo Cars ivast tey onga løtu í, at tað altíð er rætt av barnakonum at brúka trygdarbeltið og at brúka tað rætt.