Í gjárkvøldið varð løgreglan boðsend, tí fleiri fólk vóru mestsum, farimn til hendurs á alfaravegi í vesturbýnum í Havn. Løgreglan sigur, at talan var um átta fólk, sum vóru komin til ilnar um eitthvørt, og teir vóru so harðmæltir, at løgreglan varð boðsend.
Men løgreglan sigur, at tað spurdist ikki meiri burtur úr, tí tey sissaðu seg aftur, áðrenn tað endaði við ordiligum bardaga, og tað var heldur eingin, sum fekk skaða.