Kinesiski myndugleikin GACC hevur nú dagført listan yvir føroysk virki, sum kunnu útflyta til Kina. Tilsamans eru 40 føroysk fiskavirki, frostgoymslur, verksmiðju- og frystiskip á listanum.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan skrivar, at samsvar hevur ikki verið millum faktisku umstøðurnar, og tað, sum hevur staðið á listanum seinastu tíðina orsakað av innanhýsis umskipan hjá kinesisku myndugleikunum. Hetta er nú komið í rættlag og tann galdandi listin sæst eisini á heimsíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan undirskrivar hvørja viku einar 60-70 heilsuváttanir fyri góðkend virki, sum útflyta til Kina. Talan er serliga um feskan laks, sum verður útfluttur til Kina, men seinastu tíðina er eisini frystur makrelur útfluttur til Kina.
Tað er makrelprotokollin, sum loyvir útflutningi av frystum makreli til Kina.