Fleiri famijur ikki ráð at halda jól

Hetta skriva tær í umsóknum um hjálp

Tá freistin at søkja um jólahjálp var úti fyri tveimum vikum síðani, hevði Barnabati móttikið umsóknir frá 255 barnafamiljum. Sosialurin hevur fingið brot úr umsóknunum um jólahjálp, ið vórðu sendar til Barnabata í ár. Familjurnar skriva soleiðis:

 

 

“Jólini eru als ikki nakað, eg havi glett meg til seinastu mongu árini, tí vit av og á hava livað í fátækradømi. Uttan jólahjálp er ikki møguleiki at merkja at tað eru jól.”

 


“Tað er ikki hugaligt at ganga og stúra hesa ársins tíð. Tað ávirkar eisini børnini sera nógv.”

 



“Eg royni at verja tey og ikki tosa um pengar, men tað er so ofta at man má siga nei”

 



“Eg føli meg so illa at søkja aftur í ár um hjálp frá tykkum. Mín inniliga vón er at hetta er síðstu ferð, eg má søkja”

 

 

“Vit búgva til leigu í íbúð, ið er i ringum standi. Vit hava onga familju, ið kann hjálpa og tað merkist sera væl.”

 

 

“Eg vil, at mítt barn hevur somu møguleikar sum hini børnini.”

 

 

“Eg hevði ynskt at hetta ikki var mítt lív eg greiddi frá, til onkran fremmandan at lesa. Siti og gráti við tankanum um, at eg ikki kann geva mínum børnum eini jól, sum øll hini fáa bara orsakað pengum”

 



“Eg ynski, at míni børn ikki skulu føla tað so hart, at vit ikki hava ráð til jólini.”

 

 

“Tað pínur meg inn á sálina, ikki at hava møguleika at geva mínum børnum, tað sum teirra vinfólk fáa”

 



“Børnini kunnu ikki fara til jólaveitslu, tí tey skulu hava ymist við. Vit hava ikki nokk til okkum sjálvi. Hettar gevur mær svøvnloysi at hugsa um at jólamánin skal vera so”