Fleiri favorittar á útivølli

Tað verður roknað við fýra útisigrum og einum heimasigri

Sjeynda umfar í landskappingini í fremstu røð verður seinnapartin. Soleiðis er tað, hóast liðini ikki hava spælt fleiri enn fimm dystir. Tað kemst av, at fjórða umfar varð útsett. Tað verður mikukvøldið.

Tað verður sagt frá góðum líkindum at spæla fótbólt seinnapartin ídag. Loftið verður skýggjað, tað vera 10 hitastig, og tað verður turt. Vindferðin verður umleið fimm metrar um sekundið av útsynningisuðri.

Tað kann væl fara at vísa seg, at okkurt óvæntað úrslit verður ídag. Tippararnir rokna við favorittsigrum. Fýra favorittar fara at spæla á útivølli – KÍ, NSÍ, Víkingur og HB. Einasta liðið, sum tað verður roknað við fer at vinna á heimavølli, er B36, sum fær vitjan av EB/Streymi.

 

ÍF – KÍ: Bjarki Danielsen kl. 15.00

B68 – NSÍ: Rani A. Skaalum kl. 16.00

B36 – EB/Streymur: Alex Troleis kl. 15.00

07 Vestur – Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 17.00

TB – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

 

550016115
HB531119510
NSÍ53021299
Víkingur5221548
ÍF52128127
B365131556
07 Vestur52038166
EB/Streymur5122495
B6850236122
TB50145151