Fleiri feløg hava einki at spæla um

Fótbóltur: Upptakt til dystirnar HB-ÍF, GÍ-FS Vágar og VB-NSÍ

Seinasta umfar í fótbóltslandskappingini hjá monnum verður avgreitt um vikuskiftið.

Seinasta vikuskiftið endaðu allar hinar kappingarnar, og nú eru bert uppflytingardystir eftir at spæla hjá nøkrum fáum liðum umframt seinasta umfar í 1. deild.

Spælarar hava flestir verið í gongd síðani februar ella mars mánaða í ár, og summarferian hevur verið stutt, um ikki eingin, hjá teimum flestu. Tí er einki at siga til, at spælarar gleða seg til at fáa spælt seinasta dystin í ár, so kvøldini gjøgnum kunnu brúkast til annað enn fótbólt.

Seinasta umfar verður ikki spennandi. Allar avgerðirnar eru mest sum tiknar, og meðan tey í B36 gleða seg til at fáa gullið og steypið, stúra tey á Sandi fyri fótbóltsframtíðini. B71 liggur í botninum, og tað skal nakað heilt serligt til í dag, um teir skulu halda seg í bestu mansdeildini, har teir hava verið seinastu seks árini.

Í oddinum hevur B36 vunnið gull og HB silvur. GÍ liggur á triðja plássi, og teirra heiðursmerki verða neyvan hótt. Væntandi er at bæði botnliðini tapa í dag, og við allari virðing fyri bæði B71 og FS Vágum, so fáa tey einki burtur úr í dag,um mótstøðuliðini ikki taka sær av løttum og tey samstundis spæla yvir sítt vanliga besta.


Spæla um steyp í Vági

Í Vági fer VB at stríðast fyri sínum bronsukjansi, hóast teir skulu hava hjálp frá vágamonnum, skal tað eydnast.

Vágbingar hava nú í tvey fylgjandi árið verið heilt frammi, og men í fjør duttu teir móti endanum aftur á fimta pláss, og hesaferð eru teir eitt pláss longri frammi.

Allir VB¹arnir eru tøkir til dystin í dag. Eyðun Jacobsen var burtur við skaða seinast leikdag, men hann hevur vant í vikuni og verður við í dag. John Eystberg hevði leikbann móti ÍF og er eisini tøkur í dag. VB hevur fingið onkra vitjan niðri frá gjøgnum kappingina, men nú kemur eingin heim at spæla við.

Hjá NSÍ verður Gert Langgard ikki við, tí hann hevur skaða í fótinum. Arnfinn Langgard hevur ikki vant í vikuni, meðan Helgi L. Petersen, sum eisini fór út við skaða seinast, er tøkur aftur í dag. Runavíkingar fóru suður til Vágs í gjárkvøldið, og teir hava langan veg heim, tá teir eru lidnir við fótbóltin í ár.

Dysturin í Vági í dag er eisini steypadystur. Vágs kommuna fyllir 90 ár, og í tí sambandinum hava teir latið steyp at spæla um. Í 1995 vann NSÍ 3-1 móti Sumba/VB, og í 1992 vann VB 2-1 á NSÍ á heimavølli.


FS Vágar

manglar tveir

Gøtumenn liggja í løtuni á bronsumerkjunum, og teir taka ímóti FS Vágum í seinasta umfari. Hetta er fyrsta árið síðani 1993, at GÍ ikki kann kalla seg føroyameistari, og tað fer ivaleyst at kennast løgið hjá fleiri av spælarunum at fáa bronsumerkini hongd um hálsin, um teir vinna í dag, men soleiðis eru treytirnar.

GÍ fór í ár eftir metinum hjá tiltikna 66-liðnum hjá KÍ, sum vann FM-heitið fimm ferðir á rað, men tað gjørdist »bara« til tey fýra hjá GÍ Kappingarárið hjá GÍ er tó ikki miseydnað, tí teir vunnu steypakappingina fyrr í ár.

Gøtumenn hava einki leikbann til dystin í dag, men Rúni Justinussen verður ikki við. Hann breyt beinið, tá GÍ spældi á Toftum seinasta vikuskiftið, og má halda frí til einaferð eftir nýggjár.

Hjá FS Vágum mangla tveir spælarar til dystin í dag. Piotr Krakowski hevur leikbann eftir trý gul kort, og Albert Ari Thomassen verður nevyan við. Teir í Vágum hava roynt at fingið hann til dystin, men seinast vit frættu, var tað ikki eydnast, men møguleikin var framvegis til staðar. Vágamenn hildu seg seinasta vikuskiftið frammanfyri B71, og hóast teir tapa dystin móti GÍ, er sannlíkt, at tað verða teir, sum skulu spæla um niðurflytingina. Skal B71 toga seg upp um teir, mugu teir fáa stig móti B36, samstundis sum FS Vágar skal tapa við fýra málum.

GÍ vinnur hvørjaferð teir spæla móti vágaliðum í Gøtu. Í fjør vunnu teir heili 7-0, og í fyrraárið 2-1. Í 1992 vann GÍ 3-1 á SÍF.


HB og ÍF einki

at spæla um

HB spælir sín seinasta dyst í ár í Gundadali, har fuglfirðingar koma á vitjan.

Sum vit greiddu frá fyri viku síðani, skal HB hava rumenskan venjara næsta ár, og hann hevur verið á vitjan í Havn í vikuni. Partarnir eru vorðnir samdir um at samstarva næsta ár, og einaferð eftir nýggjár kemur Ion Gaulgao aftur til Føroya. Gaulgao hevur spælt fleiri enn tjúgu ferðir fyri rumenska landsliðið, og hevur seinastu árini verið hjálparvenjari hjá Universitatea Craiova.

Men í dag er tað Oddbjørn Joensen, sum hevur ábyrgdina av HB-liðnum, og hann hevur til uppgávu at seta sínar spælarar upp til dystin móti ÍF, hóast plaseringin hjá HB liggur føst, teir vinna silvur.

Allan Møkøre er leikbannaður til dystin í dag, og bæði Gunnar Mohr og Uni Arge eru ivasamir við skæðum. Gunnar hevur ikki vant í vikuni, og lúskan hjá Una er aftur farin at arga.

ÍF hevur heldur einki at spæla um uttan æruna, og teir fara til Havnar fyri at spæla bólt og fáa so gott úrslit burtur úr sum gjørligt. Bartal Eliasen verður viðaftur eftir leikbann, og Bárður Mortensen, sum eisini var burtur seinast, er tøkur aftur.

HB er vanliga omaná, tá ÍF spælir í Gundadali. Í fjør vann HB 5-0, í 1994 1-0 og í 1993 4-1.