Fleiri ferðafólk um flogvøllin

Tað komu og fóru heldur fleiri ferðafólk um flogvøllin í Vágum í januar í ár, enn sama mánað í fjør. Eisini posturin var meira, meðan farmurin minkaði

Flogferðsla
Tað ferðaðust 9.240 ferðafólk um flogvøllin í Vágum í januar í ár. Í januar í fjør vóru tey 9.039 ferðafólk. Tað vil siga, at vøksturin í ár var 2,2 prosent.
Nógv teir flestu útlendingarnir, sum fóru um flogvøllin, vóru danir. Teir vóru gott trýtúsund í tali. Hálvttriðjahundrað íslendingar og knappliga tveyhundrað bretar fóru um flogvøllin. Nakrir heilt fáir norðmenn vóru eisini, meðan einki var av fólki aðrastaðni úr heiminum, siga hagtølini hjá Statens Luftfartsvæsen.
Tað komu og fóru flogfør og tyrlur 327 ferðir um flogvøllin í januar í ár í móti 368 ferðum í fjør. Tað er ein minking upp á 11,2 prosent.
Farmurin minkaði eisini. Átta prosent minni varð ført av farmi um flogvøllin í januiar í ár, enn í januar 2002.
Men hinvegin er posturin vaksin. 52,1 tons av posti vórðu flutt um flogvøllin í Vágum í januar 2003. Tað er 2,6 prosent meira enn tey 50,8 tonsini, sum fóru um flogvøllin í januar 2002, siga hagtølini.