Fleiri flytingar á seinasta degnum

Flytingarvindeygað er latið aftur og fleiri leikarar skiftu felag í seinastu løtu. Raul Meireles er Chelsea leikari, meðan Arsenal hevur keypt millum annað Mikel Arteta. Danin, Nicklas Bendtner, hevur skift til Sunderland.

 

Fram til klokkan 23 var seinasti møguleikin at styrkja sær um hópin í Evropa. Og fleiri feløg hava gjørt avtalur í seinastu løtu. Millum tey meira óvæntaðu var, at Liverpool miðvallarin, Raul Meireles, hevur skift til Chelsea. Prísurin verður mettur at verða yvir 100 milliónir krónur. Tað er eitt lítið vet meiri enn Liverpool keypti 28-ára gamla portugisan fyri fyri einum ári síðan.

 

Liverpool hevur somuleiðis selt David Ngog til Bolton, Joe Cole(útleigaður í eitt ár) til Lille og Christian Poulsen til franskan fótbólt. Til felagið er komin ein gamal kenningur. Talan er um Craig Bellamy, sum hevur verið á lønarlistanum hjá Manchester City í nøkur ár. Hann er eftir hondini 32 ár og hevur skrivað ein tvey ára sáttmála.

 

Arsenal hevur keypt tríggjar leiakrar í kvøld. Fyrst komu Andres Santos frá Fenerbahce og Per Mertesacker frá Werder Bremen. Í 12. tíma kunngjørdi Arsenal, at teir eisini hava keypt Mikel Arteta frá Everton. Tað verður mett, at teir kosta nakað yvir 200 miliónir samanlagt.

 

Arsenal hevur eisini leigað Yossi Benayoun frá Chelsea í eitt ár.

 

Tottenham royndi leingi at keypa Gary Cahill frá Bolton, men tað bleiv ikki til nakað. Tottenham hevur styrkt seg við Emmanuel Adebayor og Scott Parker, meðan Peter Crouch og Wilson Palacios eru farin til Stoke. Eisini Jermain Jenas og Alan Hutton eru farnir til Aston Villa. Tann fyrri er útleigaður, meðan Alan Hutton er keyptur.

 

Stoke hevur umframt Peter Crouch og Wilson Palacios eisini keypt Cameron Jerome frá Birmingham. Uppflytarnir úr Queen’s Park Rangers hava eisini gjørt um seg. Millum teir keyptu eru Shaun Wright Phillips og Anton Ferdinand.