Fleiri foreldur liva sum støk

Kvinnufelagið í Havn skipar mánakvøldið hin 14. november fyri almennum kjakfundi um umstøðurnar hjá støkum uppihaldarum. Fundurin verður á Landsbókasavninum frá klokkan 19.30 til 21.30.

Felagið vísir á, at familjumynstrið í Føroyum broytist, og at fleiri foreldur liva sum støk. Men hvussu eru umstøðurnar hjá støkum uppihaldarum í Føroyum, tá ræður um 1) bústaðarviðurskifti, 2) fíggjarviðurskifti og barnaansing?

Luttakarar á kjakfundinum verða Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd hjá Tórshavnar kommunu, Ingrid M. Jacobsen, stakur uppihaldari, Jona Johansen, búskaparfrøðingur og Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.

Orðstýrari á fundinum verður Elin Winther Poulsen.

Kvinnufelagið í Havn sigur seg vóna, at nógv fara at møta til fundin, sum ætlandi fer at leggja upp til eitt týðandi og kveikjandi kjak um viðurskiftini hjá støkum uppihaldarum.