Tað er ásett við lóg, hvat skal ganga fyri seg í Løgtinginum ólavsøkumorgun.
Í stýrisskipanini er ásett, at Løgtingið fer undir nýggja tingárið ólavsøkudag klokkan 13, tá tingfundur verður settur, og tá løgmaður heldur ólavsøkurøðu løgmans.
Í stýrisskipanarlógini er eisini ásett, at løgtingsfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga í skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, Havnar kirkju, har gudstænasta verður hildin. Og eftir gudstænastuna verður gingið aftur í Løgtingið.
Sambært stýrisskipanarlógini skal løgmaður í ólavsøkurøðuni greiða frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja. Við støði í røðu løgmans tekur tingið innan seks yrkadagar støðu landins til umrøðu.
Í stýrisskipanarlógini verður sagt, at løgtingsforkvinnan ger av, hvørji embætisfólk eru við í skrúðgonguni, og hvussu gongan er skipað.
Seinastu nógvu árini hevur skrúðgongan verið skipað í trimum røðum. Fremst ganga løgtingsforkvinnan í miðjuni, høgrumegin hana gongur løgmaður og vinstru megin gongur biskupur.
Eftir løgtingsforkvinnuna ganga tey trý næstforfólkini og síðani tingfólk í røð, sum er gjørd út frá hesum reglum:
1. Árið, tingfólk fyrst ferð varð valt.
2. Starvstíð hjá tingfólki
3. Aldur hjá tingfólki
Niðan aftur úr kirkjuni gongur løgmaður vinstrumegin og biskupur høgrumegin løgtingsforkvinnuna.
Í brævi til løgtingsfólk, har hon boðar til tings á ólavsøku, vísir løgtingsforkvinnan til álit um skrúðgonguna, tá ið hon biður tingfólk og onnur um at vera hampuliga ílatin. Tey, sum hava møguleika til tess, verða biðin um at vera í føroyskum búna, sigur løgtingsforkvinnan.
Síðani seinastu ólavsøku hava nógvar broytingar verið í samansetingini av fólki bæði á tingi og í landsstýri, tí vit hava havt løgtingsval og fingið nýtt landsstýrið síðani tá.
Í Løgtinginum eru fleiru nýggj andlit. Hjá Fólkaflokkinum gingu øll skrúðgongu á seinastu ólavsøku, uttan Bárður á Lakjuni. Árni Skaale gekk tá sum landsstýrismaður. Hann skal hesaferð ganga sum løgtingsmaður, og tað fyrstu ferð, at hann er løgtingsmaður á ólavsøku.
Hjá Sambandsflokkinum er tað bara Eyðdis Hartmann Niclasen, sum ikki hevur gingið skrúðgongu áður. Hon er nývald tingkvinna.
Hjá Javnaðarflokkinum eru Uni Holm Johannesen, Margit Stóra, Súsanna Bertholdsen, Hans Jacob Thomsen og Kim Djurhuus, sum ganga skrúðgongu fyri fyrstu ferð. Nývald tingfólk eru Uni Holm Johannesen og Margit Stórá, sum eisini er landsstýriskvinna. Hini trý eru føst varafólk fyri landsstýrisfólk.
Hjá Tjóðveldi skulu Dennis Holm, Eirikur í Jákupsstovu, Liljan Weihe og Erling Eidesgaard ganga skrúðgongu fyri fyrstu ferð. Dennis Holm er nývaldur tingmaður og landsstýrismaður. Hini trý eru føst varafólk fyri landsstýrisfólk.
Hjá Framsókn verður tað í øllum førum ein, Karlot Hergerisson, sum gongur skrúðgongu fyri fyrstu ferð. Hann er fastur tingmaður fyri landsstýrisfólkini. Sólvit Nolsø skal fyri fyrstu ferð ganga skrúðgongu sum tingmaður, seinast var hann landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin.
Teir báðir tingmenninir hjá Miðflokkinum gingu báðir skrúðgongu seinastu ólavsøku. Munurin er, at Jenis av Rana gekk sum landsstýrismaður, og Stefan Klein Poulsen sum fastur varamaður fyri landsstýrismannin. Nú eru báðir tingmenn.
Fyrstur í røðini aftan fyri biskup er dómprósturin, og næstur honum er presturin, sum prædikar á ólavsøku. Í ár verður tað Ovi Brim prestur Nes sóknar prestagjaldi, sum fer at prædika, og hann verður fremstur í røðini aftan fyri Jógvan Fríðriksson og Una Næs.
Prestarnir ganga eisini í røðin eftir, hvussu leingi teir hava verið í embæti. Prestar, sum er farnir úr embæti ganga eisini í skrúðgonguni, men teir ganga aftan fyri teir, sum eru í embæti.