Sunnunáttin gekk hart fyri seg í fleiri støðum kring landið, og løgreglan varð boðsend til fleiri mál.
Eitt álvarsamt harðskapsmál var í Saltangará, har løgreglan varð boðsend beint eftir klokkan 05.00, tí nakrir vóru endaðir í bardaga. Har eru fleiri blandaði upp í, men orsaka av, at summir teirra eru útlendingar, sum ikki skilja danskt ella enskt, hevur løgreglan enn ikki funnið tolkar, sum kunnu hjálpa til í avhoyringum. Tí er eingin framstillaður fyri rættin enn, men sum skilst hevur løgreglan tikið passini frá teimum, so at hesir ikki fara av landinum, áðrenn løgreglan fær koyrt málið víðari til rættin. Har eru fleiri órættað fólk í hesari hendingini og fleiri vitni.
Løgreglan varð boðsend til Vágs sunnunáttina eisini, tí tveir mans vóru farnir til hendurs. Løgreglan fekk tó steðgað klandrinum rímiliga skjótt og gjørdi ikki meira við málið. Tað sama er at siga frá Hoyvíkshøllini, har tiltakið Aftur í 80’ini var á skránni. Har varð løgreglan boðsend nakrar ferðir.
Í miðbýnum í Havn var eisini klandur á skránni sunnunáttina, tá ið tveir vóru farnir at skeldast. Tað endaði við, at løgreglan kom á staðið og sissaði mennirnar.