Fótbóltur
Fuglfirðingar vóru væl nøgdir við teirra avrik í 12. umfari, meðan klaksvíkingar vóru minni væl nøgdir við teirra avrik. ÍF spældi 1-1 í Gøtu, og tað var fyrsta stigið hjá teimum á útivølli móti grannunum síðani í 1980. At talan var um fínt úrslit varð undirstrikað mikukvøldið, tá ið GÍ við sigri í Gundadali setti seg á oddasessin.
KÍ tapti 3-1 á heimavølli móti B68, og burtursæð frá stórsigrinum í Vági 2. hvítusunnudag hevur KÍ ikki vunnið síðani 30. apríl, tá ið teir vunnu 4-0 á Toftum.
Í Klaksvík eru fleiri ivamál undan ferðini til Fuglafirðar.
Tað er heilt víst, at Iulian Florescu ikki verður við í Fuglafirði. Hann hevur lítið seinastu vikurnar og ikki spælt, tí hann hevur verið skaddur. Tað tykist vera rættuliga ivasamt, um hann yvirhøvur fer at halda fram í Klaksvík.
Atli Danielsen hevur ikki vant saman við hinum í vikuni, tí hann hevur trupulleikar í øðrum knænum. Sinisa Jovevic hevur vant fyri seg sjálvan, og Christian Lundberg, sum kom til Klaksvíkar mándagin, var ikki førur fyri at venja fyrrenn hóskvøldið. Tá vandi Símun Joensen ikki, tí hann hevði trupulleikar við knænum.
Í Fuglafirði er Árni Petersen leikbannaður eftir reyða kortið í Gøtu. Fritleif í Lambanum var orsaka av fótskaða ikki við í Gøtu síðsta sunnudag. Hann verður ivaleyst aftur í miðverjuni.
Móti GÍ spældi ein av klaksvíkingunum í ÍF, Tórður Lervig, vinstri vongverji. Tað tykist sannlíkt, at hann verður afturvaldur móti vinmonnunum í barndómsfelagnum.
Tað verður framvegis arbeitt við at fáa tveir serbar ein verjuspælara og ein álopsspælarar til Fuglafirðar at hjálpa til. Enn duga teir ikki at siga, nær teir koma henda vegin.
Í 4. umfari 17. apríl vann KÍ eftir tógvið stríð 3-2 í Fuglafirði.