Fleiri KÍ profilar eru ikki tøkir

Hjá NSÍ er lyklaspælari leikbannaður

Í 2025 verður Magnus Powell venjari hjá KÍ. Tað var kunngjørt fyrr í vikuni, og ætlanin var, at nýggi venjarin skuldi vera millum áskoðararnar í Klaksvík í kvøld. KÍ hevur vitjan av NSÍ, og fyrsta bríksl verður klokkan 18.30.

 

Hjá KÍ er setingurin at vinna 11. sigurin á rað, og hjá NSÍ er setningurin at reisa seg eftir eyðmýkjandi tapið við Margáir, tá ið tað endaði við 4-1 tapi ímóti EB/Streymi.

 

Hjá KÍ eru fleiri lyklaspælarar ikki tøkir. Odmar Færø er leikbannaður eftir reyða kortið í Sørvági, og René Shaki Joensen, Mads Bo Mikkelsen, Heini Vatnsdal, Jákup B. Andreasen og Jonn Johannesen eru skaddir.

 

At fleiri lyklaspælarar ikki eru tøkir ber við sær, at Joseph Michael Williams er á miðvøllinum. Merkisvert er tað, at Patrick Da Silva og Deni Pavlovic aftur í kvøld er á beinkinum, meðan Claes Philip Kronberg, sum hevur nógvar royndir á miðvøllinum, er vongverji í vinstru.

 

Hjá NSÍ er málverjin Kristian Joensen framvegis ikki tøkur, tí hann hevur brotið rivjabein. Beinir Nolsøe, sum hevur verið sera eyðsýndur á miðvøllinum, er leikbannaður í kvøl.

 

 

 

KÍ – NSÍ kl. 18.30

 

Dómari: Alex Troleis

 

KÍ: Markus F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Alexander Berntsson, Claes Philip Kronberg – Hallur Hansson, Albert Ejupi, Joseph Michael Williams – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Kristoffer Ødemarksbakken

 

NSÍ: Jón Petur Thomsen – Pætur Hentze, Mirza Mujcic, Rasmus Plauborg, Lars Agardius – Betuel Hansen, Yassine El Quatki, Steffan A. Løkin – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen