Fleiri kvinnur í leiðandi størv

ARBEIÐSMARKNAÐUR Tað stendur ikki ov væl til við kvinnum í leiðandi størvum í Grønlandi. Og tá er eingin munur á almennum fyritøkum ella privatum fyritøkum.

Veruleikin er, at tað bert eru 25 prosent kvinnur í nevndum, meðan bert 15 prosent í leiðslunum eru kvinnur.
Hetta ætlar ein nú at gera nakað við. Tí varð skipað fyri einum fundi í farnu viku, við tí endamáli at seta fokus á henda skeivleikan.
“Grønland hevur snøgt sagt ikki ráð at síggja burtur frá einum so stórum parti av talentmassa, tá ein skal finna leiðarar og nevndarlimir í framtíðini”, stendur at lesa í einum skrivi frá Departementet for Sociale anliggender og CSR Greenland.
Kring allan heimin verður arbeitt við hesum spurninginum, tí fólk hugsa, at tað bæði eru samfelagsligir og handilsligir fyrimunir við hesum.
Á fundinum týsdagin var fokus sett á tey amboðini ið kvinnur hava fyri at røkka hesum máli.