Demokratia ætlar at brúka nógva orku í ár til at fáa fleiri kvinnur í bý- og bygdarráðini.
Tað skriva Ingun Eidesgaard, forkvinna í Demokratia í ársfrágreiðingini fyri farna árið.
Kvinnuumboðanin er komin upp á 30 prosent, men tað er ikki nóg mikið, heldur Demokratia.
- Um allir partar politisku flokkarnir, aðalráðini, bý- og bygdaráðini og veljararnir lyfta í felag saman við Demokratiu, gongur tað enn skjótari, skrivar Ingun Eidesgaard.