Fleiri lata seg sterilisera

Tað er nógv vanligari, at konufólk lata seg sterilisera enn mannfólk. Í1996 valdu trý føroysk mannfólk hesa loysnina, meðan konufólkini vóru 59 í tali, stendur í "Helsestatistik for de nordiske lande 1996"

At velja sterilisasjón er vanligari millum konufólk enn mannfólk. Í

nýútkomnu bókini »Helsestatistik for de nordiske lande 1996« vísa

hagtølini, at tað er nógvar ferðir vanligari, at konufólk velja hesa

loysnina heldur enn menn. Og her skara Finnland og Ísland framúr. Í 1996 valdu 11 finskar og íslendskar kvinnur út av 1000 kvinnum í aldrinum 25 til 54 ár at sterilisera seg. Í Finnlandi er talan um eina stóra øking og í Íslandi um eina lítla minking í mun til 1985.

Tølini í Føroyum eru sum vera man tey smæstu í hagtølunum. Í 1985 vórðu 10 kvinnur millum 24 og 54 ár steriliseraðar og í 1996 var talið 59. Talan er sostatt um ein seksfalding hetta tíggjuáraskeiðið. Tølini í Danmark, Noregi og Svøríki fyri 1996 eru ávikavist 5, 5 og 4 kvinnur út av hvørjum 1000 kvinnum og í øllum londunum er talan um eina lítla minking í mun til 1985.

Nógv færri mannfólk enn konufólk velja hesa loysnina. Tølini eru smá og av Norðurlondunum liggur Danmark á odda við 5256 mannfólkum í 1995. Í øllum Norðurlondunum uttan í Svøríki er talan um ein lítlan vøkstur, men hóast so er, er tvífalt so vanligt í Danmark, at mannfólk verða steriliserað enn konufólk.

Í teim flestu Norðurlondunum nýtist einki loyvi til at lata seg

sterilisera eftir at ein er vorðin 25 ár. Eingi samanberandi hagtøl

finnast fyri Norðurlondini um brúkið at hít sum fyribyrgandi.