Emmanuel Macron og Keir Starmer

Fleiri lond fordøma ísraelsku álopini á Libanon

- Libanon eigur at verða fevnt av friðaravtaluni, halda fleiri lond, sum finnast at ógvusligu ísraelsku álopunum

Emmanuel Macron og Keir Starmer

Í dag fordøma uttanríkisráðharrarnir í Stórabretlandi og Fraklandi ógvusligu ísraelsku álopini á Libanon.

 

- Libanon eigur at verða fevnt av friðaravtaluni, skrivar franski uttanríkisráðharrin sambært Reuters.

 

Bretski uttanríkisráðharrin, Yvette Cooper, sigur, at Stórabretland eisini ynskir, at Libanon verður partur av vápnahvíldaravtaluni.

 

Sama sigur forsætisráðharrin í Avstralia, sum heldur, at Libanon eigur at gerast partur av einari friðaravtalu.

 

Á myndini omanfyri eru tað franski forsetin, Emmanuel Macron og bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Emmanuel Macron og Keir Starmer

Verdens Gang skrivar, at Ísrael framdi fleiri enn 100 álop á Libanon eftir 10 minuttum í gjár