Fleiri met í FM í svimjing

Í gjár, Kristi himmalsferðardag, og aftur í dag hevur tað verið kappast í FM í svimjing í Svimjihøllini í Gundadali. Kappingin heldur fram í morgin.

 

Talan hevur higartil verið um nógvar tættar og spennandi kappingar. Síðstu árini hevur føroysk svimjing verið í ógvusligari menning, og tað hevur millum annað sæst aftur í, at nógv føroysk met eru sett.

 

Tá ið talan hevur verið um so nógv met, so verður tað sjálvandi torførari og torførari at skarva av bestu tíðunum, men kortini hava svimjararnir í gjár og aftur í dag sett fleiri føroysk met:

 

Kvinnurnar hjá Ægir hava sett met í 4 x 100 metra blandaðari svimjing. Gamla metið var 4:27.11, og í kvøld megnaðu Ægir kvinnurnar teinin í 4:25.43. SuSvim kvinnurnar vunnu silvur í kvøld, og tíðin hjá teimum var eisini undir gamla metinum – 4:26.34.

 

Kvinnurnar hjá Ægir hava eisini sett met í 4 x 100 metra frí svimjing. Í FM kappingini fyri einum ári síðani settu tær met við 3:58.38. Nú hava tær skarvað ikki so lítið av hesi tíðini, tí nú er metið 3:55.91.

 

Merkisvert er tað, at tað eru somu svimjarar, sum áttu gamla metið, og sum nú hava sett nýtt met: Victoria Wigant Eysturdal, Cecilia Eysturdal, Astrið Foldarskarð og Birita Debes.

 

Poula Øssursdóttir Mohr úr Havnar Svimjifelag setti met í 200 metra firvald svimjing. Mettíðin hjá Poulu er 2:23.25. Gamla metið átti Kristina Elin Thomsen úr Ægir, sum í februar 2012 svam teinin í tíðini 2:25.36.

 

Pál Joensen setti í kvøld met í 100 metra bringusvimjing. Mettíðin hjá honum er nú 1:03.00. Gamla metið setti Pál í mars 2011 – 1:03.90.

 

Umframt FM metini eru fleiri junior met sett í FM kappingini.

 

Kappingin heldur fram leygardagin. Innleiðandi kappingarnar vera klokkan 9.30, og finalurnar vera frá klokkan 17 til 19.

 

Meiri fæst at vita um FM kappingina í svimjing á www.svimjing.com