Fleiri met í Lyngby

Fimm av teimum sjey íðkarnum, sum umboða Føroyar í frælsum ítrótti á oyggjaleikunum á Rhodos í summar, hava luttikið í Lyngby Games um vikuskiftið. Í 1500 m. renning fyri kvinnur rann Bjørk Herup Olsen, við tíðini 4 min. 55 sek., sum er nýtt føroyskt met . Tað er fyrstu ferð, at ein føroysk kvinna rennur 1500 metrar undir 5 min. Randi Kúrberg setti tvey føroyskt met, tá hon kastaði spjótið 36,70 m. og hamarin 37,42 m. Rógvi Højgaard setti føroyskt met í spjótkasti við góðum trimum metrum, tá ið hann kastaði spjótið 57,45 m. Jóan Karl Joensen setti persónligt met, tá ið hann á fyrsta sinni rann 800 m. undir 2 minuttir, tíðin varð 1,59,66 min. Heri Ziska, luttók í hamarkasti, har hann kastaði 41,26 m., og klingruvarpi har hann kastaði 42,56 m.

Hini bæði, sum umboða Føroyar á Rhodos eru Guttorm Sørensen, sum vann 5 km. renning á Norðoyastevnu við tíðini 15 min. og 59 sek., og Rigmor N. Arge, sum setti nýtt føroyskt met á marathon teininum herfyri .