Fleiri millióningar í Føroyum

Talið á føroyingum við minst einari millión í løn um árið, er veksandi

Talið á føroyingum við góðari løn, er veksandi.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni yvir inntøkurnar hjá føroyingum.

 

Í fyrru atløgu hevur Hagstovan kannað, hvussu høga løn, fólk hava tilsamans, ella áðrenn skatturin er drigin frá.

 

Uppgerðin vísir, at ein lítil helvt av øllum yvir 15 ár liggja ímillum 0 og 200.000 krónur í bruttoinntøku.

 

Ein stórur triðingur av øllum yvir 15 ár, liggur ímillum 200.000-400.000 krónur í inntøku.

 

Hinvegin hava góð 17 prosent eina inntøku ímillum 400.000 kr. og 1 millión, og 1,2 prosent av øllum yvir 15 ár, ella tilsamans 461 fólk, høvdu eina inntøku yvir eina milliónina í 2012, áðrenn ið skatturin er drigin frá.

 

Hagstovan hevur eisini hugt eftir inntøkuni hjá fólki aftan á at skattur er drigin frá, og tað hevur broytt tølini eitt sindur.

 

Verður hugt eftir inntøkuni, áðrenn skatt, vóru næstan 17.000 føroyingar í teimum báðum niðastu bólkunum, og sum altso hava eina inntøku í millum 0 og 200.000 krónur um árið.  

 

Les eisini: Fátækradømið í Føroyum er veksandi

 

Men tá ið skatturin er drigin frá, sæst, hvussu tann tøka inntøkan er, og nú vísir myndin, at yvir 25.000 føroyingar yvir 15 ár eru í somu bólkum.

 

- Hetta svarar til, at 68 prossent hava eina tøka inntøku ímillum 0 og 200.000 krónur og 29 prosent hava eina tøka inntøku ímillum 200.000 og 500.000 krónur.

 

Restin, sum eru eini trý prosent hava yvir 500.000 krónur í tøkari inntøku og  115 føroyingar yvir 15 ár, høvdu yvir eina millión eftir at brúka, tá skatturin var goldin.

 

Í 2010 vóru tað 35 føroyingar, sum høvdu yvir eina millión eftir í tøkari inntøku, tá ið skatturin var goldin, sigur Hagstovan.