Postverkið gevur í hesum døgum røð av nýggjum frímerkjum út.
Tað eru tvey motivir, sum eru í fokus í hesum. Tær báðar kirkjurnar á Tvøroyri og í Vági mynda hvør sítt frímerki. Tað er J. P. Gregoriussen, sum hevur sniðgivið merkini. Og síðani er ein røð við átta frímerkjum ognað skaldinum, Janusi Djurhuus og yrkingum hansara. Myndirnar á hesum hevur Anker Eli Petersen gjørt.