Fleiri norðmenn ímóti ES-limaskapi

Áhugin fyri norskum limaskapi í ES er minkaður tann seinasta mánaðin. Sambært einari nýggjari meiningakanning høvdu 49,3 prosent atkvøtt ímóti limaskapi, um fólkaatkvøða var nú. Hinvegin høvdu 38,8 prosent atkvøtt fyri.

Tað merkir, at nú eru 2,8 prosentstig fleiri ímóti limaskapi enn í einari tilsvarandi kanning í november, skrivar NTB. Samstundis eru tey, sum taka undir við ES-limaskapi, vorðin 0,6 prosentstig færri.

Norðmenn hava tvær ferðir sagt nei til limaskap í ES, fyrru ferð í 1972 og seinnu ferð í 1994.