Fleiri pengar millum hendurnar

Tað verður helst eitt einmælt løgting, sum atkvøður skattalættan ígjøgnum. Skattalættin merkir einar 4 til 5000 krónur í lægri skatti til verka-, handverkara- og starvslønir í ár. Andstøðan tekur undir við uppskotinum, men vísir samstundis á, at skattatrýstið er hægri í dag enn í 1997. Samgongan lovar meira skattalætta næstu árini.

Føroyingar fáa fleiri pengar millum hendurnar. Sum væntað taka bæði samgonga og andstøða undir við skattalættanum, sum er borðreiddur í løgtinginum.
Hósdagin var skattalættin, sum tilsamans er einar 125 milliónir krónur í hesum árinum, til viðgerðar í løgtinginum. Og har kom greitt fram, at tað helst verður eitt samt ting, sum fer at taka undir við skattalættanum, tá av tornar.
Fíggjarnevndin, sum hevur viðgjørt uppskotið, tekur øll undir við uppskotinum, hóast sjónarmiðini eru ymisk.

Meira seinni
Samgonguumboðini, Óli Breckmann, Kristina Háffos og Kári P. Højgaard, vísa til samgonguskjalið, har sagt verður, at »neyðugt er at linka skattin til at lætta um hjá familjum og einstaklingum, til at lækka kostnaðarstøði og til at bøta um reallønina og styrkja kappingarføri«.
Uppskotið merkir millum 4.000 og 5.000 krónur í skattalætta um árið hjá einari verka-, handverkara- og starvsmannaløn, vísir meirilutin á.
? Ein króna spard í skatti svarar sum kunnugt til umleið tvær krónur í hægri realløn. Hesin árligi 4-5.000 krónu skattalættin vigar tað sama sum ein brutto lønarhækkan upp á nærum tað dupulta, nevniliga 8-9.000 krónur um árið meiri í løn hjá hvørjum løntakara. Hesin skattalættin er liður í einum langtíðar skattapolitikki, ið hevur til endamáls at lækka skattin á arbeiði. Væntast skal tí í samsvari við samgonguskjalið eina framhaldandi minking í skattatrýstinum í 2005 og 2006, siga samgonguumboðini, sum mæla løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Hægri skattur
Tað gera andstøðuumboðini, sum eru Vilhelm Johannesen, Listbeth L. Petersen og Johan Dahl, eisini, men tey vísa á, at skattatrýstið í dag er hægri enn í 1997.
? Hetta kemst av, at hámarksinntøkurnar á tí progressiva skattastiganum hava verið hækkaðar so lítið, at ein lønmóttakari við vanligum lønarvøkstri beinanvegin hevur rent seg aftur í nýggju inntøkuloftini. Endamálið við progressiva skattastiganum er, at tær breiðastu herðarnar skulu bera tær tyngstu byrðarnar, men tað virkar júst øvugt. Tað eru miðalinntøkurnar, sum alla tíðina renna seg ímóti inntøkuloftinum, sigur minnilutin.
Hann vísir eisini á, at ein stórur partur av tímaløntum, serliga innan fiskavirking, fáa vanliga ikki 40 tíma viku. Hesi eru tey veruligu lágløntu, sum ongin skattalætti verður latin.
? Vit mugu staðfesta, at skatturin er hægri nú, enn hann var í 1997, og tað er als ikki nøktandi, tá havt verður í huga, at búskapurin hesi seinastu árini hevur verið í støðunum vøkstri, siga Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl.
Tey taka kortini undir við uppskotinum, men mæla samstundis til, at skattaskipanin verður endurskoðað.
Skattalættin verður afturvirkandi frá 1. januar 2003.

MYNDATXT
Skattalættin virkar frá 1. januar 2003. Samstundis verða lyfti givin um meira skattalætta næstu árini.


*********************
FAKTA

Ár 2003:
Skattur av tí fyrsta inntøkuintervallinum í skattastiganum - t.e. inntøka úr 21.000 upp í 65.000 kr. - verður eftir uppskotinum 0 kr. av 21.000 kr. og 8,0% av restini av inntøkuni upp til 65.000 kr.

Skattur av øðrum inntøkuintervalli - t.e. inntøka úr 65.000 upp í 120.000 kr. - verður 3.520 kr. av 65.000 kr. og 19% av restini av inntøkuni upp til 120.000 kr.

Skattur av triðja inntøkuintervalli ? t.e. inntøka úr 120.000 upp í 160.000 kr. ? verður 13.970 kr. av 120.000 kr. og 23,5% av restini av inntøkuni upp til 160.000 kr.

Skatturin av fjórða inntøkuintervallinum ? t.e. inntøka oman fyri 160.000 kr. ? verður 23.370 kr. av 160.000 kr. og 37% av restini av inntøkuni oman fyri 160.000 kr.

**********************