Fleiri pengar til fimleik og svimjing

Altjóða Olympiska nevndin, IOC, kunngjørdi fyrr í vikuni ein nýggjan býtislykil, íð vísir ein raðfestingarlista yvir, hvussu nógv tær ymisku ítróttargreinarnar skulu stuðlast fíggjarliga av tí avkasti, sum Olympisku Leikirnir skapa.

 

Hetta veit heimasíðan svimjing.com at siga.

 

Sambært listanum eru svimjing, fimleikur og frælsur ítróttur stóru vinnararnir. Áður var tað bert frælsur ítróttur, sum lá ovast í skipanini.

 

At svimjing og fimleikur nú eisini eru at finna á ovastu rók merkir, at tær verða raðfestar eins høgt og frælsur ítróttur.

 

Bólkingin er grundað á, hvussu nógv IOC metir, at ymisku ítróttargreinarnar geva í kassan.

 

Serfrøðingarnir vænta nú, at frælsur ítróttur fer at fáa minni í sín lut, enn tey fyrr hava fingið, til fyrimuns fyri svimjing og fimleik. Tó nevnast, at OL í London var ein stór success fíggjarliga fyri IOC, tá inntøkan var á umleið 520 milliónir dollarar, í mun til 296 milliónir dollarar frá OL í Beijing í 2008, og 256 milliónir dollarar frá OL í Athen í 2004.

 

Tær 28 ítróttargreinarnar verða bólkaðar soleiðis:

 

A.Frælsur ítróttur, svimjing og fimleikur

B.Kurvabóltur, súkkling, fótbóltur, tennis og flogbóltur

C.Bogaskjóting, badminton, boksing, judo, rógving, skjóting, borðtennis, vektlyfting

D.Kano/kajak, ríðing, fikting, hondbóltur, hockey, sigling, taekwondo, triathlon, glíming

E.Modernaður fimmkampur, golf og rugby