Fleiri rakt av skotum á Christiania

Københavns Politi arbeiðir við at fáa yvirlit yvir møguligan skottilburð á Christiania, sigur vaktleiðari

 

Løgreglan er mannsterk á Christiania í kvøld, har fleiri fólk eru rakt av skotum Myndir: Emil Helms/Ritzau Scanpix

Løgreglan í Keypmannahavn er í kvøld farin á Christiania í Keypmannahavn í sambandi við skottilburð. 

Tað upplýsir vaktleiðarin hjá Københavns Politi, Martin Kajberg fyri Ritzau.

Løgreglan er mannsterk á Christiania, sigur vaktleiðarin.

– Vit arbeiða djúptøkið harúti íløtuni. Vit eru í ferð við eitt størri løgregluátak, har vit skulu skapa okkum yvirlit yvir, júst hvat er farið fram, sigur hann.

Københavns Politi fekk fráboðanina klokkan 19.25 danska tíð.

 

##med2##

Á sosiala miðlinum, X, sum fyrr æt Twitter, upplýsir løgreglan klokkan 20.24, at fleiri eru rakt:

– Vit kunnu í sambandi við støðuna á Christiania vátta, at fleiri eru rakt av skotum.

Sambært B.T., sum er umboðað á Chritsiania, var skottilburður við bygningin, ið verður nevndur Stjerneskibet á Pusher Street.

/ritzau/

 

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

 

 

Løgreglan er mannsterk á Christiania í kvøld, har fleiri fólk eru rakt av skotum Myndir: Emil Helms/Ritzau Scanpix